2014-07-16 14:10
LV HAVNIR:??tlaða broytingin av bíðirøðunum við ferjuleguna í Skopun er nú sett í verk. Hetta hendi í gjár, týsdagin 15. juli.
Broytingin ber í sær, at nummrini á bíðirøðunum eru býtt um, soleiðis at bíðirøð 1 nú er tann, ið er nærri brimgarðinum. Fyrstu tíðina verður kunnað um hesa broyting við skelti á staðnum.
Samstundis verða bíðirøðirnar styttar í fremra enda, soleiðis at koyrast kann til parkeringsøkið tann vegin, tá bíðirøðirnar eru fullar.
Og fyri at lætta um vørukoyringina til ferjuna er eisini parkeringsforboð sett á økið fram við betongmúrinum við ferjuleguna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald