JN

Broytingar í fjarskiftislógini eiga ikki at fremjast

...

2014-04-04 17:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir løgtinginum frá at áleggja fjarskiftisveitarum eyka kostnaðir fyri avlurtingarútgerð, ið løgreglan ynskir. Um myndugleikarnir ynskja betri avlurtingarútgerð, eiga teir at bera tann kostnaðin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at í síðstu viku kom ein ávaring frá landstýrismanninum í vinnumálum til fjarskiftisveitarar um, at lækkar kostnaðurin á tænastum teirra ikki, er neyðugt við ítøkiligum inntrivum í tænastupartin. Samstundis er eitt uppskot frá Vinnumálaráðnum til viðgerðar um broyting í fjarskiftislógini, ið áleggur fjarskiftisveitarum fleirtals milliónir í íløgum og rakstrarkostnaði til avlurtingarútgerð. Uppskotið og ávaringin standa í greiðari andsøgn við hvørt annað.

Høga kostnaðarstøðið í Føroyum hevur eisini verið á lofti í løgtinginum í seinastuni, og tað skortar ikki við ávaringum um politisk inntriv. Hinvegin verður ikki himprast við at áleggja fjarskiftisveitarum kostnaðarmikil krøv um at ogna sær skipanir til avlurting, ið hvørki kundar ella fjarskiftisveitarar fáa beinleiðis ágóða av. Veitarar av fjarskifti hava tá ongan annan møguleika enn at lata kostnaðin víðari til kundan, og tí er sannlíkt, at tað fer at merkjast á prísinum.

Løgreglan hevur ynskt betri møguleikar at avlurta, og hetta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag onga almenna hugsan um. Vit loyva okkum tó at ivast í, um grundgevingin um betri trygd veruliga er haldgóð, tí avlurting av internettelefoni er ikki møgulig við ætlaðu broytingunum. Tí er ógvuliga ivasamt, um broytingin í fjarskiftislógini og tvungnu íløgurnar tæna endamálinum nóg væl.

Spurnartekin kann tí setast við, um hendan lógarbroyting yvirhøvur skal fremjast. Kostnaðurin eigur tó undir ongum umstøðum at áleggjast fjarskiftisveitarunum og kundum teirra, men heldur eigur løgreglan sjálv at taka ábyrgd fyri bæði íløgu og rakstri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder