
Í dag er sera sannlíkt at ein broyting í byggisamtyktini á Argjaboða verður samtykt í býráðnum. Hetta fyri at geva møguleika fyri bygging av einum íðuðarblokki við 27 íbúðum uttast á Argjaboða.
Vit á Argjaboða hava mótmælt ætlanini, men eru ikki blivin hoyrd. Eingin hevur vent sær til okkara fyri at fáa greiðu á hvat liggur aftanfyri mótmælini og eingin ætlan er fyri hvussu ein íbúðarbygging á Argjaboða skal bera til uttan at flyta heilar familjur úr húsum teirra.
Vegurin út á Argjaboða er partvís ein einvegis vegur. Um vegurin skal breiðkast er avleiðingarnar hesar:
- Familjur skulu flytast ??? hús takast niður
- Siðbundnu neystini skulu partvís takast niður
- Elsta pláss á Argjum, har m.a. gamli spedalsk-kirkjugarðurin liggur, skal gerast til veg.
- Elsta húsið á Argjum ??? Andrasarstova, sum er frá 1853 ??? og húsið, sum er fast í Andrasarstovu, má takast niður.
- Alternativt skulu húsini omanfyri vegin takast niður.
Fyrisitingin malur til at verkætlanin verður slept.
Meirilutin í teknisku nevnd og byggi og býarnevndini velur at fara ímóti tilmælinum.
Tað tykist ikki, sum um nakar hevur sett seg inn í málið. Tað undrar okkum at ein ætlan, sum hevur so stóra ávirkan á borgarar, kann fremjast uttan atlit til og uttan dialog við tey, sum í sera stóran mun vera ávirkaði av ætlanini.
Um tit vilja vita meira eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á 512961.
Vh
Guðrun Rógvadóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald