2021-07-03 11:56
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fyritøkan Brim Boats, sum byggir skjóttgangandi bátar, hevur hildið til á Eiði, men er nú flutt til Vestmannar, har teir leiga stórt høli undir Hólmsbakka.
Vit vóru í Vestmanna í vikuni og fullu í prát við fryntligu ungu mennirnar - Rúna L. Festirstein og Benjamin David Holloway, sum eiga og arbeiða á virkinum Brim Boats í Vestmanna. Teir lata væl at gongdini hjá nýggja virkinum, nógvir fyrispurningar eru eftir bátunum, sum teir byggja. Í løtuni byggja teir ein bát til Bakkafrost, bátarnir eru sterkir og sjógóðir og tí eisini væl egnaðir til alifyritøkur, men eisini væl egnaðir sum stuttleikabátar, tann ið teir byggja nú skal hava hús.
Vit tóku nakrar myndir - sí niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald