Vinna

Brestir komin undan Eystur-Grønlandi

...

2013-07-11 18:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brestir, sum hevur verið undir Eystur-Grønlandi, kom á Sørvág fyrr í vikuni. Brestir hevur gjørt góðan túr, teir hava 240-túsund pund av skráskornum svartkalva. Brestir hevur frystarí umborð, so kalvin er frystur umborð.
Brestir hevur ikki landað enn, men sagt verður, at svartkalvin hevur góðan prís, prísurin liggur millum kr. 30 og kr.35 - so teir hava helst fiskað fyri 1,8 ella 1,9 mill.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder