2015-07-06 22:36
Sørvágstrolarin Brestir, sum er undir Eysturgrønlandi, har teir fiska svartkalva, var fyri nøkrum døgum síðan í Íslandi, har teir landaðu 220 tons av svartkalva, eisini tóku teir proviant og bunkraðu, áðrenn teir løgdu leiðina aftur til Eysturgrønlands.
Brestir hevur enn nakað eftir av svartkalvakvotuni, eisini kunnu teir fiskað nøkur tons av toski við Eysturgrønland.
Hin sørvágstrolarin - Vesturleiki - fiskar svartkalva við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald