Politikkur

Brandur Sandoy spyr Jørgen Niclaseen um havnarlagið í Skúgvi

...

2021-04-20 13:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Brandur Sandoy, løgtingsmaður

Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Evni: Havnarlagið í Skúgvi

Spurningur:


Hevur landsstýrismaður ætlanir um at bøta um havnarlagið í Skúgvi í summar?

Viðmerkingar:

??toyggjar okkara eru at meta sum perlur, men hesar hava ofta trupulleikar við atkomuni.
Veður og vindur gera sítt til, at tað ikki altíð er atkomuligt til hesar oyggjar, og hartil eru kraftmiklu náttúruviðurskiftini ein stór avbjóðing, tá tað snýr seg um slit á havnarløgini.
Soleiðis er eisini í Skúgvi, har tað ofta eru stórar avbjóðingar at koma til og frá oynni.
Fyri nøkrum árum síðan byrjaði at brotna burtur av betonginum á lendingini, og hevur hetta brot nú vaksið seg so stórt, at stórur vandi er fyri, at fólkaskaði stendst av, tá nakað er at í sjónum, og fólk er niðri á lendingini og tekur ímóti sínum kæru og øðrum gestum.
Givið er, at verða slíkar umvælingar ikki gjørdar á summartíð, so mugu tær bíða eitt heilt ár, tí slíkt kann bara gerast í fagrasta veðri.
Fyri at fyribyrgja eini uppaftur størri umvæling, er tað av stórum týdningi, at lendingin verður umvæld í summar, og tí verður landsstýrismaðurin spurdur um, hvat hann ætlar at gera við hesi viðurskifti.

Á Løgtingi, 20. apríl 2021

Brandur Sandoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder