Vinna

Brandur Sandoy spyr Jákup Vestergaard um landsjørðina

...

2015-03-06 21:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Brandur Sandoy spyr Jákup Vestergaard um landsjørðina.

Spyrjari:Brandur Sandoy
Svarari:Jacob Vestergaard
Spurningur:

Á tingfundi 25. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 
  1. ??tlar landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum at strika ella broyta § 7a í lógini um landsjørð?
  2. Um so er, hvussu og nær ætlar landsstýrismaðurin at gera hetta?
  3. ??tlar landsstýrismaðurin at broyta skipanina, har festibøndur við almennari jørð í leigu verða noyddir at kautionera persónliga, skulu teir hava fígging úr Búnaðargrunninum?
  4. Hvussu langt er Búnaðargrunnurin komin við at sanera tær upphæddir, sum heimild varð latin til í 2012?
  5. Hevur Búnaðargrunnurin lagt størri dent á at sanera tey, sum framvegis eru í vinnuni, ella tey, sum fyri langt síðani eru givin?
  6. Verður neyðugt hjá Búnaðargrunninum at fáa tað tíðaravmarkaða saneringstíðarskeiðið longt, sum gekk út 1. januar 2015, (løgtingslóg nr. 35 frá 17. mai 2013)?
  7. Hvørji átøk metir landsstýrismaðurin skulu til fyri at framtíðartryggja vinnuligum landbúnaði í Føroyum betri kor at virka undir?
Viðmerkingar:

Á vári 2014 samtykti Løgtingið at broyta lógina um landsjørð soleiðis, at sett varð inn sum § 7a ein sera, sera víð heimild at taka nýtslurættin frá festara fyri partar av lendi ella alt lendið tilhoyrandi festi, um ein kommuna ynskir at leiga hetta lendið til almannagagnligt endamál.

Henda generella lógarbroyting varð gjørd, tí at lendi skuldi útvegast til golfvøll á Glyvursnesi.

Hetta varð ein sera óumhugsað lógarbroyting, sum um stutta tíð kann hava við sær, at øll tann besta búnaðarjørðin er leigað út til almannagagnligt endamál, heldur enn til landbúnaðar endamál.

Afturljóðið frá landbúnaðarvinnuni í Føroyum hevur verið, at hetta er størsta inntriv og størsta vandamál mótvegis vinnuligum landbúnaði í nýggjari tíð.

Tí verður spurningurin settur landsstýrismanninum, um hann hevur nakra ætlan um at broyta upp á hetta, og nær ein slík lógarbroyting kann væntast.

Kjakið á Løgtingi um einskiljing av landsjørðini í Føroyum vísti, at Løgtingið er langt frá sinnað at selja almennu jørðina, so hon gerst ogn hjá bóndum, ið virka í vinnuni í dag.

Bøndur hava sera stórar avbjóðingar fyri framman, við tað at nærum eingin tilgongd er av ungum bóndum, samstundis sum allur vinnuligur landbúnaður tykist standa á einum vegamóti. Mjólkarvinnan er skuldarbundin, samstundis sum fjós og rakstrarbygningar ikki eru nútíðarhóskandi. Tørvur verður tí á eini umskipan av mjólkarvinnuni í Føroyum innan fyri fá ár, har man politiskt má taka støðu til, um samfelagið ynskir at halda kósina ið stungin varð út í kortið av slóðarum fyri hálvari øld síðani, at verða sjálvbjargin við mjólk, ella ikki.

Ynskir man at halda áfram við mjólkarframleiðslu, mugu treytirnar fyri stuðli og fígging úr Búnaðargrunninum broytast, og vit mugu í Føroyum strategiskt velja okkum øki út, sum kunnu bera ta grasframleiðslu, ið tørvur er á fyri at fáa ein nøktandi rakstur í mjólkineytafjósini.

Ein tann størsti trupulleikin, ið vinnuligi landbúnaðurin í Føroyum hevur, er, at bøndur í nógvum førum persónliga verða noyddir at kautionera, um teir skulu hava møguleika at fáa fígging úr Búnaðargrunninum. Eftirsum talan sum oftast er um landsjørð, sum bøndur hava í festi, leigað frá landinum, og sostatt ikki eiga jørðina, virðisøkja teir ognirnar hjá landinum, samstundis sum teir persónliga mugu kautionera fyri at sleppa at gera tær íløgur, ið eru neyðugar fyri at fáa nøktandi rakstur. Sanering av landbúnaðinum í Føroyum, hevur Búnaðargrunnurin arbeitt við í longri tíðarskeið, men hevur Búnaðargrunnurin einans heimild at fyrireika saneringina, meðan upphæddin, ið sanerast skal, má ásetast við lóg.

Í 2012 samtykti Løgtingið lóg, ið gav Búnaðargrunninum heimild at sanera skuld upp til góðar 52 mió. kr. Hetta skuldi verða gjørt innan 1. januar 2015, tá heimildin fall burtur.

Nógv av skuldini, ið sanerast skal, er fyri viðurskifti, sum eru heilt gomul, og tí er eingin møguleiki at fáa hesa innaftur, meðan ein partur er frá teimum í landbúnaðinum, sum enn eru virknir í vinnuni.

Hjá teimum hevur tað sera stóran týdning, at viðurskiftini verða avgreidd sum skjótast, og tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá, hvussu langt komið er á hesum øki.

  Á tingfundi 6. mars 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder