Fríggjadagin 13. Juni, tá festivalurin er settur kl. 17.00, sleppa børnini at royna seg á lítla palli.
Ynskiligt er um børnini velja ein country ella blues sang at famføra. Treytin er, at børnini sjálvi hava tónleikin við á geyma.
Luttakarnir eru eisini vælkomin at hava guitara við sjálvi um tað er ynskiligt.
Í fjør var undirtøkan heilt góð, men stuttligt hevði verið um enn fleiri børn meldaðu seg til hesaferð.
Tilmelding fer fram umvegis teldupost [email protected]
Minnist til at skriva navn, aldur og hvør sangur ið verður sungin.
Annars kann sigast at eins og undanfarnu ár verður hópur av ókeypis tiltøkum á festivalinum til børnini bæði fríggjadagin og leygardagin.
Hósdagin 12.juni verður Bassadagur á økinum, hetta tiltakið byrjar kl.17.00
Endaliga skráin fyri festivalin verður kunngjørd í komandi viku.
Les meira á heimasíðu okkara www.country.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald