2014-12-06 19:50
Íslendsku skipini Børkur og Jón Kjartansson eru á Fuglafirði.
Børkur kom á Fuglafjørð í gjár, tí KJ-Hydrualik broytir ymiskt við fiskapumpuni, tað arbeiðið kemur at taka nakrar dagar.
Jón Kjartansson kom á Fuglafjørð í morgun, ti teir høvdu trupulleikar við oljuni, helst er oljan ov skitin, sum teir hava bunkrað í Íslandi, Jón Kjartansson var annars til svartkjaftafiskiskap norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald