Vinna

Borgarin er farin fyrsta á fyrsta túrin undir føroyskum flaggi

...

2017-02-26 17:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggjasta skipið í føroyska flotanum - Borgarin - er farin á fyrsta túrin.

Teir hava sett kós á leiðina vestur úr Írlandi, har teir fara at fiska svartkjaft.

Tað eru 13 mans við henddan túrin, skipari er John Leif Joensen.

Nógvur svartkjaftur verður landaður til Havsbrún, í morgun kom Tróndur í Gøtu fullfermdur á Fuglafjørð, í kvøld kemur Fagraberg og í nátt ella tíðliga í morgin kemur Norðingur.

Næraberg landar í Hollandi.

Í løtuni er Christian í Grótinum á leiðini vestur úr Írlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder