Vinna

Borgarafundur í Hesti - millum vón og vónloysi

...

2013-11-08 15:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavn.fo skrivar:

Sjáldsamt at tað er 100% uppmøting til ein borgarafund ??? enntá í arbeiðstíð ein heilt vanligan hósdag. Men alt hevur sínar orsøkir. 

Tí tað stendur onki til í Hesti. Fólkatalið er minkað niður í helvt eftir fáum árum, meðalaldurin nærkast skjótt pensjónsaldri og tríggir menn eru eftir, sum rógva út ??? tann eini er yvir 80. Onki barn er í bygdini og vinnuligt arbeiði er onki - seinastu nátt svóvu einans 13 fólk í oynni. Ovasta mál á skránni seinastu tíðina hevur verið at vaksa um kirkjugarðin, so pláss verður fyri teimum seinastu, ið stongja og sløkkja eftir sær í Hesti.

Hestur var trettandakvøldsbygd, meðan Velbastaður var jólabygd. Kvæðakempurnar í Hesti fæðkast, dansurin er linkaður. Ungmannafelagshúsið, sum broytti navn til bygdarhúsið, tá meðalaldurin fór uppum fimti, er illa egnað til dans og verður mest brúkt til bingo og føðingardagar. Skúlin stendur stórt sæð tómur. Tann deiligi svimjihylurin verður sjáldan brúktur.

Manntóm bygd? 

Men her er okkurt, sum ikki heilt hongur saman. Hóast bygdin stendur nærum manntóm, so er ikki eitt einasta hús til sølu. Fólk vitja út vikuskiftini, til høgtíðirnar er nógv fólk og um summarið kókar bygdin av fólki. Bygdin sjálv er eisini rættiliga innbjóðandi, rein og vøkur ??? fekk heiðurin sum best røkta bygd í 2012.

Í gjár skipaði Tórshavnar kommuna fyri borgarafundi í bygdarhúsinum í Hesti. Tey vitjandi taldu eins nógv og tey lokalu. Við Teistanum út í Hest vóru tríggir bilar ??? renovasjónsbilurin hjá Tórshavnar kommunu, bussurin hjá Oddvør Skarðhamar við døgverðanum til alla bygdina ??? og fyri fyrstu ferð eisini borgarstjórabilurin!

Lagt varð fyri við eini framløgu hjá Høgna Reistrup um fólkaflyting generelt og støðuna annars í Hesti, sum varð kókað niður til, at bjargingin fyri slíkar bygdir kann vera ein grunnur til økismenning, summarhús og tilknýtt virksemi og ferðavinna annars. Málið um kirkjugarðin varð loyst á staðnum undir kønari hond av Tóra í Hoyvík, býargartnara, og borgarstjóranum, sum bjóðaði arbeiðið út á staðnum.

Eitt sjáldsamt fyribrigdi í bygdini er, at sjálvt hjálpirøturnar eru hegnaðar inni við høsnarhegni. Men loysnin á vetrarfriðingini kom rættiliga langt á fundinum, staðseting av nýggjum tyrlupalli varð avgreidd, semja var um nýtt summarhúsøki, nýtt rekkverk oman móti havnini varð avgreitt, og so velti annars fram við einastandandi hugskotum.

Vónirnar

Bygdarfólkini eru samd um, at tað sum krevst, er dagligt virksemi í oynni. Tey eru líkaglað um fólk sova í Havn ella aðrastaðni, bara lív og virksemi er í bygdini um dagin. Tí er eitt summarhúsøki við kolonihavum so serliga vælkomið. Sum ein bygdarmaður tók til: ???Almennu myndugleikarnir hava gloymt, hvørja tíð vit liva í. Fáa vit betri dagligt samband, so hórar bygdin helst undan, kemur tunnilin upp her, so kemur alt annað av sær sjálvum!??? 

Og tað skortar ikki við hugskotum. Summarhúsini og kolonihavarnar er Tórshavnar kommuna við uppá. Húsini skulu vera smá og krútsterk, so tey tola gjøgnumtrekkin í Hestsfirði. Gamla Fiskahúsið verður í løtuni gjørt klárt til at verða altjóða atelier, har vitjandi úr øllum heimi koma at arbeiða og sýna síni kynstur. ??tlanir eru um bygdasavn, renovering av toftum, skelting, at seta gomlu gøturnar í stand og gera heimasíðu fyri oynna. 

Umframt hetta var uppskot frammi um at fáa skúlar, dagsstovnar og privat feløg at leggja skeiðvirksemi í oynni, gongufeløgini sýna stóran áhuga, áhugi er fyri bæði kaving og at troyta bjørgini, og skiparin á Norðlýsinum er fullur av hugskotum um víðkaða ferðavinnu í Hesti. Oyggin hevur haraftrat nøkur av bestu seiðabergsplássum í landinum og eina annars sera vakra og ikki minst reina náttúru.

Stutta niðurstøðan

Bygdin fekk í fjør sum sagt heiðurin sum best røkta bygd. Hvørt einasta tún er asfalterað. Vøkru steinlaðingarnar við malargróti eru víða kendar. Her er sjáldsama reint. Men her er heldur onki, sum dálkar ??? ongin handil, ongin kiosk og ongin pylsuvognur. Onkur helt, at sjálvt hundarnir fóru av asfaltinum fyri at gera burturav sær.

Fyri bygdarfólkið er als ongin ivi um, hvat skal til. Ongin teirra torir at trúgva uppá tunnilin. Tey vóna, men tey velja heldur at trúgva á hina loysnina, sum í Hesti eitur rætt og slætt ???tilkalling???. Tað merkir stutt og greitt, at til ber at fáa Teistan út, tá tørvur er á honum.

Sum er sova fleiri fastbúgvandi ikki í oynni, tí tað er púra vónleyst at koma úr oynni og aftur í oynna sama dag, um arbeiðast skal fulla tíð eitt nú í Havn. Tí er tað so ómetaliga einfalt ??? skulu fólkini fáast at búgva fast í oynni, so er trupuleikin stórt sæð loystur við tilkallingini.

Og sum eina roynd fer borgarstjórin nú at heita á bæði Strandferðsluna og landsstýrismannin í ferðslumálum, um skjótast at finna eina loysn, áðrenn oyggin verður fullkomiliga manntóm.


Fyri fyrstu ferð kom borgarstjórabilurin út í Hest


Vit vitja í svimjihylinum.


Tóri í Hoyvík og borgarstjórin stýra kjakinum.


Høgni Reistrup hevur framløgu um fólkavøkstur og -minking.


Handilin er ikki opin longur.


Her er øll manningin frammanfyri húsunum, sum fyrsti skopuningurin varð føddur í.


Hannis í Hesti og borgarstjórin í álvarssomum práti.


Hestsmenn í góðum hýri.


Sjálvt hundarnir dálka ikki í Hesti! :)


Sjáldsama vøkru grótlaðingarnar við malargróti eru víða kendar.


Leiðarin fyri tilbúgvingini, borgarstjórin í Havn Heðin Mortensen, her í Føroya minsta brandbili!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder