Vinna

Borgarafundir um ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines

...

2020-09-21 07:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi tíðina fara vit at halda borgararfundir í øllum bygdunum í Vágum og í Mykinesi, har borgarin kann koma við íkasti og hugsanum um ferðavinnustrategi- og menning í økinum.

Á fundunum fer verkætlanarleiðarin at kunna um burðardygga ferðavinnumenning og leggja fram hugsanir um menning og strategi í økinum og biðja um íkast, hugsanir og hugskot frá íbúgvunum.

Eisini verður eitt umboð frá hvørjari bygd valt í ein fylgibólk, sum fer at fylgja strategi-arbeiðinum.

Orsakað av coronu, er neyðugt at melda til borgarafundirnar í seinasta lagi 2 dagar undan fundinum. Um ov nógv melda til, verður eyka fundur gjørdur.

Tilmelding á leinkjuniherella við at senda teldupost til [email protected] har tit kunna um navn, teldupost, telefon nummar og hvussu nógv úr húskinum taka lut.

Oda W. Andreasen

verkætlanarleiðari

Vága Kommuna, Visitvagar og Sørvágs Kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder