![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til fundarstaðin, sum var á Búnaðarstovuni í Kollafirði í dag. Umframt formansfrágreiðing og framløgu av roknskapinum, var eisini nevndarval á skránni.
Nevndin í Bóndafelag Føroya er nú mannað soleiðis:
Sigert Patursson, formaður
Eynar Martin Kjærbo, næstformaður
Dánjal Petur Múller
Eyðfinnur í Búðini
Heini á Heygum
Símun Gullaksen
Tiltakslimir eru;
Jóhan Jógvansson
Bjørn Kalsø
Heimablíðni hjá Onnu og ??la á Velbastað, borðreiddi við ymiskum leskiligum ábiti úr egnum kova, og høvdu fundarluttakarnir møguleika at njóta góðan borda, áðrenn farið var undir seinna partin av fundinum, sum umfataði framløgur og kjak.
Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevði eina áhugverda framløgu um landbúnaðarpolitik og kom eisini inn á viðurskiftini í sambandi við gongd í haga. Lívligt kjak var eina løtu og luttøkan var góð úr salinum.
Eftir hetta hevði Símun Gullaksen, stjóri í Sp/f Jarðir, eina framløgu um virksemi og endamál felagsins.
Fundurin endaði við, at Fróði Mortensen, stjóri í Førka hevði eina framløgu um biogas og spennandi framgongdina hesum viðvíkjandi. Fundarluttakarnir vóru bjóðaðir at vitja biogasverkið á Skarðshjalla eftir fundin og fingu eina sera læruríka rundsýning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald