Lýsing

Bókin ??? Millumlandasiglingin ??? nýggj byrjan??? er komin

...

2019-10-30 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bókin er samstundis lívssøgan um ??la Hammer, skipara og stjóra á Smyril-Line.

Tá Strandferðslan gjørdi av at keypa ???Smyril??? í 1975, vórðu lunnar aftur lagdir undir millumlandasiglingina við ferðafólki og farmi.

??li var skipari á ???Smyrli??? frá fyrsta degi, og hann var skipari á ???Smyrli???, til hann fór í land, tá farið varð undir at stovna Smyril-Line í 1982/-83.

Tí hevur bókin fingið heitið: ???Millumlandasiglingin - nýggj byrjan???.

Talan er um lívssøguna hjá ??la Hammer, sum byrjaði í Oyndarfirði, eitt skifti við Norðskála og síðani í Havn, tí tey fluttu til Havnar í 1950.

??li fór til skipas í 1960 við línubátinum ???Gamla Andrassi???, og var við honum, til framkomni línubáturin hjá sama felag, ???Leikur???, kom í flotan.

Síðani var hann eisini við nótabáti, áðrenn hann gjørdi av at fara á skipsføraraskúla í Havn.

Síðani fór ??li Hammer eitt skifti út at sigla hjá donskum felag, men gjørdi fyrst í 1970unum av at vera nærri hjá familjuni. Tá fekk hann starv hjá Strandferðsluni.

Og tá so ???Smyril??? kom í 1975 gjørdist hann skipari, til hann saman við øðrum fór undir at stovna Smyril-Line, sum keypti fyrru ???Norrønu???.

Hví tann avgerðin varð tikin, sæst í bókini.

Og uppaftur størri avgerð var tað at fara undir at fyrireika at byggja nýggju ???Norrønu???. Tað arbeiðið byrjaði seinast í 1990unum. Tað sæst eisini í bókini.

Og bókin lýsir eisini ta menning sum hevur verið, bæði av ferðafólka- og farmaflutninginum millum lond, síðani Smyril-Line varð stovnað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder