Mentan

Bókin Hans Jensen kom út í dag

...

2013-11-22 02:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag klokkan 16:00 var bókaútgáva av bókini Hans Jensen eftir Hanus Samró.

Nógv fólk var komið til útgávuna, sum var hildin á Hotel Hafnia í dag. 

Bókin er góðar 400 síður, hon fæst í øllum bókahandlum og kostar kr. 298,-

Hanus segði á samkomuni, at hann skrivaði bókina í Dubai í 40 hitastigum, hann skrivaði bókina í 4 vikur. 

Tá ið eg taki eina avgerð, gongur tað skjótt. Tað gjørdi tað eisini, tá eg miðskeiðis í mai í 2013 gjørdi av at vitja mammu, sum arbeiðir í Dubai. Eg slapp ikki avstað morgunin eftir, at eg hevði tikð avgerðina, tí flogfarið var fult, men tá ið eg kom til Dubai, brúkti eg fyrsta dagin at sóla mær í og lesa og skriva, men eg var ikki liðugur. Tað kitlaði í fingrunum. Hugflogið flagsaði. Eg hvørki vildi ella kláraði at halda íblástinum inni. Eg opnaði dokument á iPaddinum. Eg visti ikki, hvat eg skuldi skriva, tí eg hevði ongar ætlanir um at skriva eina skaldsøgu, men eg var so hugtikin av umhvørvinum, at eg byrjaði dokumentið soleiðis:

"Sólin bakaði niður..."

??tsøgnin er ein sannleiki av modifikatiónum, tí skaldsøgan er grundað á persónligar eygleiðingar, ið eg havi havt við svimjihylin, har mamma býr. Á hotellinum búgva bæði millión- og milliardingar. Á sjálvum hotellinum, arbeiðu summi fólk fyri kr. 1.200 um mánaðin. Tað er torført at skilja, tá man ikki hevur upplivað fátækradømi, men sjónin var alíkavæl hugvekjandi, tí tænararnir smíltu av takksemi.
Tað er út frá hesum eygleiðingunum, at fanansaktiga atferðin hjá Hans Jensen kemur frá.

Skaldsøgan er omanfyri 115.000 orð. 400 síður. Skrivað í 40+ hitastigum. Vónandi koma tit at njóta søguna eins nógv og eg.

Stendur skriva millum annað í formælinum av Hans Jensen.

Martha Restorff hevur rættlisið bókina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder