2013-12-02 20:37
Heini F. Petersen
Jóannes Heinesen
Av fjalli at fjørustrond I
Staðarnøvn í Sandavágs sókn
Í fyrra bindinum eru øll staðarnøvnini í bø og haga, fram við strondini og í bygdunum í allari sóknini merkt á kort og myndir.
Sagt er frá staðarnøvnunum, søgnum og søgum, sum loða upp við tey.
280 síður.
Av fjalli at fjørustrond II
Hús og fók í Sandavágs sókn
Greitt er frá húsum og fólkum í Sandavági, á Slættanesi og á Giljanesi um aldaskiftið 1900 og fram til 1930. At greina ættirnar eru fólk nevnd so langt aftur í tíðina, sum til ber at fáa upplýsingar.
Hjá teimum, sum eru sett í búgv millum o.u. 1930 og til 1950, eru børnini nevnd.
350 síður
Bæði bindini fáast fyri 600 kr.
Bókaverkið fæst í bókahandlunum og hjá rithøvundunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald