Fríggjadagin 4. apríl verður Ítróttasamband Føroya 75 ár. Í tí sambandi verður nýggj bók løgd fram, sum serliga lýsir seinastu 25 árini hjá ÍSF og føroyskari ítrótt. Móttøka verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn kl. 15 ??? 17 fríggjadagin. Ítróttasavnið hjá ÍSF gevur bókina út, og Uni Arge hevur skrivað.
ÍSF varð stovnað 4. apríl í 1939 á Sjómansheiminum í Havn. Stigtakari til felagsskapin var ítróttaráðgevin, Poul E. Petersen, sum gjørdist fyrsti forsetin í ÍSF. Á stovnandi aðalfundinum vóru sjey ítróttafeløg, Neistin, SÍ, VB, EB, HB, Havnar Róðrarfelag og Havnar Fimleikafelag.
Í dag eru 16 sersambond í ÍSF og 120 ítróttafeløg. Níggju sersambond hava altjóða limaskapir. Síðan 1989 hevur ítróttaliga menningin verið stór, ikki minst orsakað av oyggjaleikunum og altjóða luttøkuni hjá fleiri ítróttagreinum. Fleiri týðandi útbyggingar eru eisini framdar.
Nýggja bókin kallast ???Føroyar framá ??? ÍSF 75 ár.??? Hon lýsir gongdina seinastu 25 árini, men leitar eisini longri aftur í tíð at fáa sett gongdina í samanhang. Dentur er serliga lagdur á at geva eina heildarmynd av støðuni og ikki at siga søguna hjá hvørjum sersambandi sær.
Á móttøkuni fríggjadagin fara Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, og Hannis Joensen, formaður í Ítróttasavninum, at bjóða vælkomin, og Uni Arge fer at greiða frá nýggju bókini. Bøkur um ÍSF komu eisini út í sambandi við 25 ára dagin í 1964 og 50 ára dagin í 1989. Møguligt verður at ogna sær eintøk av nýggju bókini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald