Vinna

Bókaútgáva: Fiskivinnan sum broytingaramboð

...

2020-10-19 17:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fróðskapur hevur givið út bókinaFiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum. Hetta er ph.d.-ritgerð, sum Erling Isholm vardi í november í fjør. Bókin er 624 blaðsíður, og hon kostar 398 krónur í bókabúðunum.

Í bókini verður lýst, hvussu amtmaðurin við einum mentum amtsstovni gjørdist oddamaður í moderniseringini av føroyska samfelagnum fyrra helming av 19. øld. Greitt verður frá, hvørjar møguleikar skiftandi amtmenn sóu í fiskivinnuni, tí í 1832 hendi eitt avgerandi skifti í føroyskari søgu, tá ið amtmaðurin skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi við mongu klagurnar frá útróðrarmonnum um fremmand fiskiskip.

Í fleiri hundrað ár hevði svarið upp á slíkar klagur verið, at landið skuldi steingjast og verjast betur, men nú valdi amtmaðurin eina aðra leið. Heldur enn at verja føroyskt sjóøki, skuldu føroyingar kappast við útlendsku skipini. Tað varð byrjanin til eina drúgva gongd at menna føroyska fiskivinnu.

Hesar royndir høvdu við sær, at gongd var komin á privat rikna fiskivinnu, áðrenn Einahandilin varð tikin av í 1856, og tí vóru føroyingar ikki heilt ófyrireikaðir til nýggju tíðina, sum tá kom.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder