2014-05-22 21:27
Bókakafé viðSøren Ulrik Thomsen á Býarbókasavninum
Søren Ulrik Thomsen, f.1956, er ein av best umtóktu donsku yrkjarum og høvundum. Hann hevur skrivaðyrkingar og essays, síðan hann debuteraði í 1981 við yrkingasavninum CitySlang. Síðani eru komin seks onnur yrkingasøvn. Seinasta yrkingasavnið Rystetspejl gjørdist metsølubók í Danmark í 2011. Søren Ulrik Thomsen er limur íDet danske Akademi og fær Statens Kunstfonds livsvarige ydelse. Í ár er bókin SamledeThomsen komin út, og eisini eru komnar út tvær skreytútgávur, sumSteinprent gevur út saman við listamanninum Claus Carstensen, har Søren UlrikThomsen hevur skrivað essays. Týskvøldið 27. mai kl 19.30 ferSøren Ulrik at lesa upp og tosa við Kim Simonsen um skaldskapsín.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald