Politikkur

Bogi Andreasen á ting fyri Rodmund Nielsen

...

2014-08-06 18:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

IN.fo skrivar: Á tingfundinum í morgun tók Bogi Andreasen sæti á tingi fyri Rodmund Nielsen, sum hevur farloyvi til 15. august.

Bogi Andreasen er nummar 12 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Rodmundur Nielsen, Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy hava fast sæti sum tingmenn sum varamenn fyri tey trý landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum, Anniku Olsen, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen.

Bogi Andreasen er tí fyrsti varamaður hjá teimum átta, sum manna tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, sum tó eisini telur Janus Rein, sum varð valdur á listanum hjá Framsókn. Um Janus Rein skal víkja sæti á tingi, so verður tað varafólk hjá Framsókn, sum fær hansara sæti.

Soleiðis vórðu persónligu atkvøðurnar býttar millum tey 32 fólkini, sum stillaðu upp fyri Fólkaflokkin á seinasta løgtingsvali:

1. Annika Olsen 1.344

2. Jacob Vestergaard 1.048

3. Jákup Mikkelsen 455

4. Jørgen Niclasen 382

5. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 344

6. Jógvan á Lakjuni 341

7. Bjarni Djurholm 328

8. Hanus Samró 304

9. Rodmundur Nielsen 278

10. Joen Magnus Rasmussen 255

11. Brandur Sandoy 228

12. Bogi Andreasen 167

13. Pauli Petersen 166

14. Jóhanna Christiansen 150

15. Rói Matras Absalonsen 145

16. Eyðstein Poulsen 127

17. Símun Gullaksen 98

18. Albert Ellefsen 81

19. Malan Johansen 77

20. Heini Magnussen 63

21. Aibritt á Plógv 60

22. Hákun Steingrímsson 50

23. Jens Kristian Rasmussen 40

24. Rigmor Rasmussen 29

25. Jonna Joensen 24

26. Jógvan Thomsen 23

27. Wilhelm Nygaard 20

28. Halla J. Gullfoss 19

29. Brynhild Setberg 16

30. Petur á Lava Olsen 15

31. Niels Petersen 14

32. Súsanna Niclasen 9

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder