JN

Boðaðu frá eldi í vaskaríðnum hjá Hafnia

...

2014-03-14 16:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

IN.fo skrivar: Fyri løtu síðani varð sløkkiliðið boðsent til vaskaríið hjá Hafnia, har nógvur roykur var.

Vaskaríið er í einum bygningi beint við Hafnia. Har var nógvur roykur stóð frá eini strúkirullu, sum varð vorðin heit.

Eldur kom í strúkirulluna, men í fyrstu syftu eydnaðist starvsfólkunum sjálvum at sløkkja. Men sløkkiliðið varð boðsent og tá ið tey komu á staðið, kyknaði eldurin upp aftur, men tað fingu brandmenninir bilbukt við.

Frá sløkkiliðnum verður sagt, at ongin vandi er á ferð. Eldurin er sløktur og nú fáast tey við at reinsa luftina aftur.

Myndamaðurin hjá JN.fo var á staðnum og tók nakrar myndir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder