2018-12-30 11:09

Tíðliga í morgun fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið motortrupuleikar suður úr Borðoyarnesi.
Boð blivu send eftir Ziska sum fór av Klaksvík klokkan 05:47 og setti kós móti bátinum ið hevði fingið motortrupuleikar, og ein góðan hálvan tíma seinni var Ziska hjá útróðrarbátinum.
Ziska sleipaði bátin til Klaksvíkar og vóru har klokkan 07:44 í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald