JN

Boð eftir tyrluni í gjárskvøldið

...

2019-09-05 06:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 21:07 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum setti kós móti Skálavík. Tyrlan lendi í Skálavík 21:34, har hon fekk persónin umborð, og flutti hann síðani til Havnar. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 21:46.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder