2019-02-04 16:00

Sverri sleipaði ein útróðrarbát ið hevði problem við gearinum.
Um middagsleitið í dag fekk MRCC eina fráboðan um at ein bátur vestur úr Sandoynni hevði fingið trupuleikar við gearinum.
Bjargingarbáturin Sverri var boðsendur, og fór av Miðvági klokkan 12:23. Sverri var hjá útróðrarbátinum klokkan 12:45 og sleipaði hann til Skopun har teir komu klokkan 14:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald