2018-11-13 07:54

Trúboðin: Í farnu viku gav bluegrass-bólkurin í Vágum ???Blátt Gras??? út nýggja fløgu, sum ber heitið ???Framvegis???. Teir fimm, Ragnar Joensen, Terje Johannesen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen, hava verið yviri í Crossroad Studio í North Carolina í USA og tikið upp. Fyrra fløgan, sum nevnist ???Ávegis??? og kom út í 2014, varð eisini tikin upp har yviri.
Á nýggju fløguni eru 11 sangir, átta føroyskir og tríggir enskir. Teir skriva sjálvir orð og løg. Richard hevur skrivað flestu tekstirnar, meðan Terje og Jóhan hava gjørt flestu løgini.
Í samband við útgávuna av nýggju fløguni, hava teir havt fleiri útgávukonsertir, millum annað var ein seinasta fríggjakvøld í einum fullsettum missiónshúsi í Sørvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald