JN

Blákrossheimið á Nesi tikið í nýtslu 19. september

...

2014-09-10 22:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin 19. september kl. 15 verður nýggja Blákrossheimið á Nesi alment tikið í nýtslu. Tað var í 1984, at Blákrossheimið byrjaði, og 30 ára haldið verður tískil hildið samstundis sum nýggja heimið letur upp.



Gjøgnum árini hevur Blái Krossur hjálpt fleiri enn 1000 føroyingum burturúr rústrupulleikum. Ikki bara tey, ið sjálvi hava havt trupulleikar við rúsdrekka, men eisini makar og børn, sum vaksa upp í einum tílíkum heimi, hava fingið eitt munandi betri lív.


Munandi betri umstøður
Við nýggja heiminum á Nesi, fáa bæði tey, ið koma í viðgerð, og starvsfólkið munandi betri umstøður at vera í. Náttúran uttanum er eisini sera vøkur, og hon verður eisini til gagn fyri viðgerðina.
Nýggja Blákrossheimið er 800 fermetrar til støddar og pláss er fyri 14 fólkum í døgnviðgerð, umframt ambulanta viðgerð. Tað var í januar 2013, at byrjað varð at byggja nýggja Blákrossheimið. Byggivirkið KBH hevur staðið fyri byggingini. Teknistovan í Gøtu hevur teknað bygningin, og teir hava eisini havt eftirlit við byggingini.

13 mió. kr.

Blákrossheimið kostar 13 mió. kr. Hetta er 1 mió kr. meira enn upprunaliga ætlað. Orsøkin til meirkostnaðin er í høvuðsheitum, at Blái Krossur hevur valt at gera ein betri køk, at ein partur av málaraarbeiðinum varð gjørdur av málara, og at valt er at asfaltera og gera økið uttanum liðugt, umframt aðar smærri broytingar, sum ikki vóru í upprunaligu ætlanini.
Grundstykkið er latið, og Blái Krossur hevur eisini fingið mvg???ið aftur av byggikostnaðinum. Annars er alt fíggjað við gávum, innsavnaðum peningi, lutaseðlum, sølu í handlunum hjá Bláa Krossi, sjálvbodnum arbeiði og láni. Raksturin av Blákrossheiminum er yvir fíggjarlógina.

Tiltøk um vikuskiftið
Í løtuni verður tað síðsta arbeiðið gjørt, nevnliga asfalterað og at gera økið uttanum liðugt.
30 ára haldið, móttøka og vígsla verður 19. september kl. 15. Jógvan Fríðriksson, bispur, fer at víga húsið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ber fram eina heilsan.
Í sambandi við at heimið verður tikið í nýtslu vera fleiri tiltøk á Blákrossheiminum. Eftir at brúkarar eru komnir inn á heimið, er tað ikki opið fyri almenninginum, og tí ræður um at nýta møguleikan nú at síggja húsið. Bæði fríggjadagin 19. og leygardagin 20. er opið hús frá klokkan 15 til 19, so almenningurin kann síggja bygningin. Starvsfólk og onnur greiða frá. Fríggjakvøldið klokkan 20 er sangløta, og leygardagin klokkan 20 er blákrossmøti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder