JN

Blákrossbúðin í Havn letur upp aftur eftir umbygging

...

2014-01-06 18:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag kl. 14 letur endurnýtsluhandilin Blákrossbúðin í Kongagøtu 8 í Havn upp aftur eftir umbygging og aðrar broytingar.

Blákrossbúðin í Havn er ein av elstu endunýtsluhandlun í landinum. Endamálið hevur allatíðina verið at endurnýta tað, ið er gott, og øll árini er tað í høvuðsheitum verið brúkt klæði, ið verða seld bíliga.

Handilin trongdi til ymsar ábøtur, sum nú eru gjørdar. T.d. eru nýggj stór handilsvindeygu sett í, handilsdukkur eru komnar í vindeyguni, og inni er handilin skipaður betri, so lættari er at finna tað, ein leitar eftir. Eisini eru komin nógv 'nýggj' brúkt klæði.

Í Blákrossbúðini arbeiða tilsamans 80-90 sjálvboðin fólk ??? mest kvinnur. Tey eru bæði úr Havn og Argjum, men eisini úr fleiri bygdum í Eysturoy.

Umframt Blákrossbúðina í Havn, hevur Blái Krossur eisini Blákrossbúðir í Saltangará og Miðvági og so eisini eina Endurnýtslu á Glyvrum, har tað eru møblar, innbúgv og annað, ið verður selt.

Í sambandi við at Blákrossbúðin í Havn letur upp aftur í dag kl. 14 eftir at hava verið stongdur í ein góðan mánað, bjóðar Blákrossbúðin kaffi/te og karamellur - og sjálvandi eisini nógv góð og bílig klæði.

Inntøkan av tí, ið verður selt í Blákrossbúðini fer til tað hjálpararbeiði, ið Blái Krossur ger.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder