Politikkur

Bjørt fingið svar uppá spurningar um giktalækna

...

2014-10-17 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Svar uppá

Fyrispurning nr. 10/2014 eftir § 52a í tingskipanini um viðgerð av giktsjúkum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu


Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja nøktandi viðgerð til giktsjúk, nú serlæknin hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar 2015?

2. Nær fyriliggur ein loysn, sum tryggjar, at støðið á viðgerðini ikki lækkar?

3. Hvør er orsøkin til, at serlæknin hevur sagt seg úr starvi?

4. Hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku metir landsstýrismaðurin at tørvur er á í føroyska heilsuverkinum?

5. Nær og hvussu nógvar serlæknar í giktsjúku væntar landsstýrismaðurin at fáa sett í starv komandi árið?

Svar:

Ad. 1

Viðgerð til giktasjúklingar er ein serviðgerð, sum byggir upp á diagnostik frá serlækna og síðani fyriskipan av viðkomandi heilivági. Hendan skipan hevur verið í menning ??? serliga síðani reumatologur varð settur í fast starv sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Um eingin serlækni í reumatologi verður í føstum starvi eftir 1. januar 2015 vil tað hava við sær, at skiftandi konsulentar koma at veita viðgerðina, samstundis sum arbeitt verður við at fáa sett giktlækna.

Ad. 2

Arbeitt verður í løtuni við at finna eina loysn ??? og tað verður funnin ein loysn sum í seinasta lagi verður sett í verk 1. januar 2015.

Ad. 3

Tað er ikki givin nøkur grundgeving í uppsøgnini. Samskifti er í løtuni millum serlæknan og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um málið, men tað fyriliggur ikki nøkur niðurstøða enn. Fundur er avtalaður millum partarnar í komandi viku.

Ad 4.

Sambært ???sjúkrahúsálitinum??? frá 2007 er tørvur á umleið 2 serlæknum í reumatologi í Føroyum.

Ad. 5.

Landssjúkrahúsið søkir javnan eftir serlæknum. Tað hevur seinastu árini víst seg at verða torført at fáa fólk at søkja, men í seinastuni eru fleiri yvirlæknar settir, og er talið av fastsettum serlæknum søguliga høgt í løtuni. Tað er torført at fáa serlæknar í reumatologi til Føroyar og tí verður umhugsað at økja um serlæknamanningina á økinum, soleiðis at tað koma at virka 2 serlæknar á økinum. Tað hevur nevniliga víst seg, at tað ofta er lættari at fáa fólk at søkja, um ein ella fleiri serlæknar eru frammanundan.



Heilsumálaráðið, 17. oktober 2014

Karsten Hansen

landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder