2015-08-10 16:02

Nýtt Sjálvstýri boðar nú frá, at Bjørn á Heygum í Havn, verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.
Bjørn hevur áður stilla upp til løgtingsval og tá fyri Sambandsflokkin, og var tingmaður í 4 ár.
Áhugi hansara fyri fíggjar- og búskaparpolitikki, á vinnu- og sociala økinum, umframt í sjálvbjargnisstrembanini er kendur, og honum dámar væl at Nýtt Sjálvstýri er hóvligur flokkur, og at flokkurin samstundis er grundleggjandi progressivur og nýskipanarsinnaður.
Bjørn á Heygum sigur í stuttari viðmerking, at tað er við góðum treysti at hann nú bjóðar seg fram sum valevni fyri Nýtt Sjálvstýri, og hann ferð at leggja dent á varandi menning og framburð fyri alt Føroya fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald