2013-10-17 17:00
Norska blaðið, FiskeribladetFiskaren, skrivar, at ES bjóðar Føroyum at fiska 12 prosent at heildarkvotuni av makreli næsta ár.
FiskeribladetFiskaren hevur fingið hendur á einum skjalið sum vísur, at ES og Ísland er blivin samd um, at Ísland fær 11,9 prosent at makrelkvotuni komandi ár. Tekur Ísland av, fáa Føroyar í boðið 12 prosent.
Blaðið skrivar eisini, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í ES sjógvi, og at avtalan skal vera galdandi í fimm ár.
ES-nevndin hevur fingið øll limalondini, uttan Írland, at góðtaka uppskotið.
ES og Norra hava higartil hildið fast um at Føroyar eiga minni enn fimm prosent av heildarkvotuni. Kravið hjá Føroyum er 15 prosent.
Eftir galdandi býtislykli eiga Føroyar 4,63 prosent. Ísland varð ikki viðurkent fyrr enn eftir, at býtislykilin varð gjørdur.
Samráðingar um makrelkvoturnar vera í London í næstu viku.
Kelda: portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald