2018-05-03 16:09
Bjarni Hammer fer at røkja fólkatingssessin hjá Javnaðarflokkinum frá mánadegnum.
Sjúrður Skaale er burturstaddur og hevur tí biðið sær farloyvi frá Fólkatinginum frá komandi mánadegi. Fólkatingið samtykti í dag einmælt ??? sum siðvenja er ??? umbønina um, at Bjarni Hammer tekur sætið í hansara stað.
- Eg gleði meg sjálvandi til uppgávuna, sigur Bjarni Hammer.
Bjarni Hammer røkir sessin fram til 13. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald