2020-09-14 06:20
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Tann viðvenda verð
Grønlenskir rækjutrolarir rokast i makreli Norðanfyri Føroyska markið.
Dagliga sýggi eg hesar trolarir koma borðfullir og lossa her i Kollafirði.
Teir fiska makrel i "smáum" nøgdum 60- 120 ts pr dag og frysta direkta umborð til eina 1.floks vørðu og fáa eini 11 kr/kg, meðan Føroysku Nótaflotin landar feskan makrel til eini 6 kr/kg.
Eingin makrelur er i Grønlenskum sjógvi so teir fiska alla sína kvotu uppá 6100 ts pr skip Norðanfyri Føroyska 200sm markið
Eg eri við at skrædna av ævinsjúku tí at vit sum bert hava ein desideraðan rækjutrolara, ikki fáa hesar somu møguleikar. Vit høvdu uttan stórvegis broytingar kunna fiska makrel uppá hendan mátan til eina 1.floks góðsku
Bjarni Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald