2017-04-15 20:17

Klokkan 20:00 í kvøld fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni, og norð á Landssjúkrahúsið.
Boð vóru send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, og var hon í luftini góðar 20 minuttir eftir at MRCC hevði fingið boðini, tyrlan lendi í Froðba klokkan 20:40, og tók persónin í tyrluna, og setti síðani kós til Landssjúkrahúsið. Fyri góðum 10 minuttum síðani lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið við persóninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald