
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog hevur verið boðsend tríggjar ferðir seinasta døgnið.
Klokkan 19:45 í gjárskvøldið kom ein fráboðan til MRCC Tórshavn, at ein persónur mátti undir læknahond ið var staddur í Hattarvík á Fugloynni.
Klokkan 08:56 í morgun fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at ein persónur mátt flytast á Landssjúkrahúsið. Tyrlan fór til Froðba, har ein ung genta var komin illa fyri í einum ferðsluóhappið. Les her at gentan var flutt á Landssjúrkahúsið, og her at gentan er flutt til Danmarkar.
Aftur seinnapartin í dag hevur tyrlan verið eftir einum sjúklingi. Klokkan 15:29 kom ein fráboðan til MRCC, at ein persónur ið var staddur í Mykinesi mátti flytast á Landssjúrkahúsið.
Tyrlan hjá Atlantsflog var eftir øllum trimum sjúklingunum. Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur nú gjørt 60 uppgávur fyri MRCC í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald