2017-02-28 19:26

Seinnapartin fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón á Landssjúkrahúsið ið var staddur í Skúgvi. Boðini til MRCC komu klokkan 14:57.
MRCC sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, og var tyrlan longu í luftini 10 minuttir seinni. Tyrlan var í Skúgvi klokkan 15:26, og fekk persónin umborð á tyrluna, og setti síðani kós til Havnar á Landssjúkrahúsið, har hon lendi klokkan 15:40.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald