2017-03-05 09:02

Klokkan 04:47 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur í Suðri mátti flytast á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Bjargingartyrlan lendi á tyrlupallinum í Froðba klokkan 05:46, ella góðan tíma eftir at MRCC hevði fingið boðini. Sjúklingurin var fingin umborð á tyrluna, og kósin bleiv sett norður á Landdsjúkrahúsið.
Klokkan 06:17 lendi bjargingartyrlan við Landdsjúkrhúsið við sjúklinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald