2016-06-05 19:12

Klokkan 13:10 í dag fekk MRCC-støðin eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón á Landssjúkrahúsið.
MRCC Tórshavn fekk bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways at fara eftir sjúklinginum, sum var staddur í Fugoy. Bjargingartyrlan flutti sjúklingin á Landssjúkrahúsið.
Tyrlan hevur nú gjørt 29 vanligar sjúkraflutningar í ár, sambært MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald