JN

Bjargingartyrlan boðsend tvær ferðir í dag

...

2016-05-28 23:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í middegi í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at tað var neyðugt at fáa flutt ein persón av Sandoynni á Landssjúkrahúsið. MRCC fekk fráboðana klokkan 13:13, bara 17 minuttir seinna var tyrlan á Trøllhøvda har persónurin var, sum hon skuldi eftir. Klokkan 13:36 var persónurin á Landssjúkrahúsinum í Havn.

Um 22 tíðina í kvøld vóru aftur boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Klokkan 22:10 var tyrlan farin á flog eftir einum persóni, sum var komin illa fyri norði á Fjallavatni í Vágum. Klokkan 22:54 var persónurin á Landssjúkrahúsinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder