JN

Bilur farin útav vegnum við Landsfjósið

...

2016-07-12 17:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkan 18:14 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður ið koyrdi suðureftir, hevði koyrt útav á niðaru síðu við Landsfjósið norðan fyri Kollafjørð.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við JN.fo, at bæði sjúkrabilur og løgreglan eru farin á staði. 

Maðurin ið var einsamallur í bilinum ringdi sjálvur á løgreglustøðina. Maðurin segði at hann hevði eitt sindur av pínu í bringuni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn við JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder