JN

Bíbliutími í Missiónshúsinum Libanon kl 20.00

...

2014-02-10 22:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld verður ein filmur um Sáttmálaørkina og Náðistólin, sum blivu burtur aftaná at fyrra templið í Jerúsalem varð lagt í oyði í ár 587 f.k.


??rkin var funnin í 1982 og offurstaðið, har Jesus bleiv krossfestur, er eisini funnið. Filmurin er ein dokumentering av arbeiðinum í samband við, at Náðistólurin bleiv funnin. Sambært Dánjal kap 9:24 skuldi tað alra heilagasta verða salvað (her er talan um Náðistólin, sum stóð í tí alra heilagsta í fyrra templinum), og í vers 26 stendur, at ein Salvaður (Messias) skuldi verða fyribeindur, áðrenn staðurin (Jerúsalem) og halgidómurin (seinna templið) blivu løgd í oyði. Hetta seinna vita vit gekk út.

Tað, sum kemur fram, er, at Guð hevði goymt náðistólin í einum helli undir Golgata, og tá Jesus doyr, lesa vit, at stórur jarðsjálvti kom um landið. Funnin er ein riva sum ferð fram við tí mittasta krossholinum. Tá rómverski herðmaðurin rennur spjóti í síðu Jesusar rennur vatn og blóð út úr síðuni. Hetta blóð rann niður á klettin og niður ígjøgnum sprunguna og niður á náðistólin, sum stóð 20 føtur longri niðri í einum helli.


Storkna blóð Jesusar er á Náðistólinum, og tað er kannað. Talan er um heilt serstakt blóð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder