Mentan

Bíbliufelagið vitjar í Miðvági sunnudagin

...

2014-09-10 23:18 Author image
placeholder

Sunnudagin 14. september heldur stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið sín árliga heildagsfund - hesuferð í Vágum.


Í hesum sambandi verður gudstænasta í Miðvágs kirkju sunnudagin 14. september kl. 11.00, har Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í Bíbliustýrinum, prædikar.

Eftir prædiku kunnar skrivari felagsins, Ásbjørn Jacobsen, um virki og ætlanir hjá Bíbliufelagnum.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri størri og smærri verkætlanum, nevnast kann, at arbeitt verður við tveimum nýggjum útgávum av Nýggja Testamenti, nýtt tilfar til børn, ókeypis bíbliuapp til fartelefonir og teldlar, nýggja heimasíðu v.m.

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar, forlagsvirksemi og bókasølu eftir ynski,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Føroyska Bíbliufelagið varð stovnað 11. oktober 2012

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder