Politikkur

Betri innlit í trygdarpolitikk

...

2021-02-10 18:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Støðan í Arktis og í økinum kring Føroyar er meira spent, enn hon hevur verið fyrr. Tað setur størri krøv til okkum í Føroyum at hava betri innlit og ávirkan á politikkin í Danmark. Tí hevur løgmaður sett á stovn eitt trygdarráð.

Trygdarráðið skal kunna seg um og viðgera trygdarpolitisk viðurskifti, men fer ikki at taka beinleiðis avgerðir á økinum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til munnligar fyrispurningar frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi í løgtinginum í dag. Høgni Hoydal spurdi millum annað um, hvørjar uppgávur og heimildir nýggja trygdarráðið hevur.

Trygdarráðið hevur við sær, at landsstýrið í størri mun fer at fáa loyniliga vitan um trygdar- og verjumál, og at tað situr ein bólkur í landsstýrinum, sum hevur til uppgávu at halda seg kunnaðan um trygdarpolitisk viðurskifti.

Framvegis er tað tó landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum varðar av og tekur formligar avgerðir á økinum eftir at hava tikið løgtingið við uppá ráð, sambært stýrisskipanarlógini.

Í trygdarráðnum sita løgmaður, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, umframt nøkur embætisfólk.

Trygdarráðið er ein avleiðing av spentu støðuni millum tey trý stórveldini USA, Russland og Kina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder