FERÐSLA: Fyrr í vikuni gjørdi Kringvarp Føroya tvey tíðindainnsløg úr Kollafirði, har innkoyringin við Sjógv varð viðgjørd, og at hetta ikki skal vera nóg ferðslutrygt. Somuleiðis at atgongdin til Stórubrúgv nú er burtur. Málið krevur eina nærri frágreiðing.
Eftir ynski frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu ??? vegna borgararnar í Kollafirði ??? hevur Landsverk í vetur gjørt eina ferðsluoyggj við vinstrasnaringarbreyt fyri tey akfør, sum koma vestanifrá, eins og breiðkað vegin við eini innkoyringarbreyt til akførini, ið koma eystanifrá. Somuleiðis er atkoman frá bygdini til busslumman broytt.
Í tíðindainnslagi í Degi & Viku týskvøldið varð víst á manglandi stríping, har arbeiðið er farið fram, men hetta er gjørt nú. Orsøkin til, at tað hevur drigið út við strípingini, er, at tað skal vera turt og ikki ov kalt, tá hetta verður gjørt.
Áðrenn verkætlanin fór í gongd, varð fundur hildin við Tórshavnar kommunu, ferðslubólkin í Kollafirði og onnur viðkomandi, um atgongdina út á Stórubrúgv. Í tíðindunum í útvarpinum mikumorgunin varð somuleiðis víst á, at atgongdin nú er burtur. Fyrr var glopp í bilverjuni, har til bar at ganga ígjøgnum, men soleiðis er ikki longur. Hetta hevur eina natúliga orsøk, tí tað er alt ov vandamikið at fara tvørtur um vegin , sum nú er fleirbreytaður og rættiliga ferðslutungur.
Avtalað varð við Tórshavnar kommunu, at kommunan kundi gera eina gøtu frá buslummanum undir Sjóvará og yvir til Stórubrúgv. Í verkætlanini er hædd tikin fyri, at um kommunan ynskir, at borgarar skulu hava atgongd til brúnna, so er møguleiki gjørdur fyri, at kommunan kann gera gøtu uttan fyri bilverjuna. Sostatt má gonguferðslan framyvir fara undir vegin við Sjóvará.
At vollin ikki er so penur á at líta beint nú, er at siga, at tað altíð hevur verið ætlanin at leggja mold á og sáa grasfræ, og hetta verður sjálvandi gjørt í næstum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald