Vinna

Betri Banki lækkar rentur á grønum lánum

...

2020-09-04 19:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rentan á orkuláni hjá Betri Banka lækkar úr 2,25 % niður í 1,75 %. Hetta ger, at kundar, sum vilja gera orkuvinarligar umvælingar, fáa ágóðan av eini lægri rentu. Orkulán kann m.a. nýtast til at skifta tak, bjálva bústaðin ella nýggjar orkuskipanir.

Eisini lækkar rentan á grøna billáninum. Rentan er broytilig í mun til útgjaldið, men lægsta rentan lækkar úr 2,50 % niður í 1,75 %.

Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, sigur at hetta er ein liður í at fáa føroyingar at gera fleiri grønar íløgur.

- Vit síggja størri og størri eftirspurning eftir umhvørvisvinarligum loysnum, og tí vilja vit gera tað bíligari hjá føroyingum at taka lán til hetta endamálið, sigur Olav Guttesen.

Broytingarnar koma í gildi 4. oktobur 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder