2014-03-08 15:57
Annað árið á rað verður leitað eftir besta kjøtinum í Fuglafirði. Talan er um níggju hagar, ið kappast um at hava tað besta turra kjøtið í Fuglafirði, og hetta verður gjørt sum blindsmakking, har øll sleppa at royna kjøtið, og síðani geva stig eftir hvussu góður smakkurin er.
Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, leygarkvøldið, kl 19.
Hagarnir eru hesir: Góðadalur, Mørkin, Innandalur, Skarðhagi, Fjall, Halgadalur, Gjógvaráhagi, Rustin og Klemman. Í fjør vann Jørmund Lambaa; kjøtið var úr Gjógvaráhaga.
Kelda: portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald