Vinna

Bergur Ryggstein yvirtekur klædnahandilin Hans Joensen á Hálsi

...

2020-07-20 19:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bergur Ryggstein í Havn hevur keypt vælkenda klædnahandilin Hans Joensen á Hálsi, sum Hans Joensen hevur átt og rikið í mannaminnir.

Hans Joensen á Hálsi er ein sera kendur klædnahandil, sum umboðar fleiri vælkend og avhildin klædnamerkir. ??r rúgvuni kunnu t.d. teir lekkru klædningarnir frá Digel og tær vælumtóktu cowboybuksirnar fráMayer nevnast.
Við nýggja eigaranum fer klædnahandilin at halda fram, just sum vit øll kenna hann.
Bergur Ryggstein, sigur í stuttari viðmerking, at ???tað er við størstu virðing og stoltleika, at eg nú yvirtaki klædnahandilin hjá Hans Joensen. Talan er um sera vælkendan klædnahandil, sum er kendur fyri at nøkta einhvønn tørv hjá viðskiftafólkunum; eisini tá tað snýr seg um starvsfólkaklæðir. Soleiðis verður eisini framyvir.???

Hans Joensen, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at klædnahandilin fer at halda fram sum áður.

Tað eru Axia Advokatar, sum hava staðið fyri søluarbeiðinum. ???Vit halda, at tey í Axia hava verið sera dugnalig og professionel í sínum arbeiði. Hetta eru vit báðir sera væl nøgdir við", siga Hans Joensen og Bergur at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder