JN

Beinleiðis úr Føroyum til Mallorca og Barcelona

...

2014-08-21 16:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

S??LAN ER BYRJAÐ! Hvønn mikudag frá 20. mai til 21. oktobur 2015 fara vit aftur at flúgva vælumtókta túrin beinleiðis úr Vágum til summar og sól í Barcelona. Og sum nakað nýtt fara vit eisini at flúgva beinleiðis úr Vágum til Mallorca hvønn týsdag frá 2. juni til 25. august 2015. 
Stórbýur og sól í Barcelona
Í Barcelona kanst tú njóta ein stórbý, ið ongantíð svevur og samstundis hava strondina beint við. Barcelona hevur alt - eina stóra strond og eisini vælumtøktu longu gongugøtuna La Rambla, ið hevur eina ørgrynnu av shopping-møguleikum og skjótt er til onnur kend frítíðarstøð í økinum.

Prísur fyri flogferð úr 3.195,- kr
báðar vegir íroknað øll avgjøld.
Mallorca hevur alt! 
Á Mallorca kanst tú uppliva nátturuvakurleika, sum ikki er at finna aðrastaðni. Hvítar strendur, heitt blágrønt hav og pálmar. Høvuðsstaðurin Palma er sera vakur og hugnaligur við sínum mongu torgum. Á Mallorca kanst tú njóta tína fríðtíð til fullnar. Líkamikið um talan er um eina friðaliga sólferiu ella eina feriu fulla av avbjóðingum, so er Mallorca altíð eitt gott val.

Prísur fyri flogferð úr 3.195,- kr.
báðar vegir íroknað øll avgjøld.
Minst til at tað eisini er møguligt at bíleggja bil og hotel fyri ein góðan prís - beinleiðis á heimasíðu okkara.
Keyp ferðina longu nú á www.atlantic.fo, á tel 34 10 10 ella frá einum av ferðaskrivstovunum. Um ferðin verður bókað gjøgnum telefon ella frá ferðaskrivstovu, verður eitt avgreiðslugjald lagt afturat. Ert tú tíðliga á veg ert tú eisini væl á veg til teir lægstu prísirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder