Vinna

Beinir Johannesen - spyr um landingar uttanlands

...

2021-03-11 16:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrispurningur um landingar uttanlands, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Hvussu oftani hevur undantak verið givið fyri landingum uttanlands í lógini um sjófeingi, og í hvørjum førum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógarásetingina í lógini um sjófeingi, viðvíkjandi landingum?
3. Um ja, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at tað verður lógarfest, hvussu nógv kann landast uttanlands?
Viðmerkingar
Tá bæði núverandi og undanfarna lóg um sjófeingi vórðu samtyktar, hava ásetingarnar viðvíkjandi landing verið soleiðis, at øll veiða skal landast um føroyskan bryggjukant.
Tó kann landsstýrismaðurin í kunngerð geva undantøk í ymsum førum.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap kundi man avreiða 25% av sínari veiðu uttanlands hvørt kvarttal.
Lóggávan hevur verið galdandi í yvir eitt ár, og tí hevði verið áhugavert at sæð, hvussu núverandi áseting hevur verið handfarin higartil.
At núverandi lóggáva viðvíkjandi landingum uttanlands verður stýrd umvegis kunngerð, kann hava sínar vansar.
Landsstýrisfólk kunnu vera ymisk, við ymsum sjónarmiðum, eisini tá tað kemur til, hvussu grein 41 í lógini um sjófeingi skal handfarast.
Tí kann tað eisini vera ymiskt, nær skip fáa undantøk til landing uttanlands.
Tí hevði tað verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at broyta lógarásetingina viðvíkjandi landingum, og um tað verður lógarfest, at landingar kunnu gerast uttanlands.
Sum dømi kann nevnast, at tað kann vera eitt hámark á 25% yvir alt árið, har tú kanst landa uttanlands.
Hetta fyri at geva skipi og manning ein ventil, har tey altíð kunnu tryggja sær tann besta prísin fyri veiðuna.
Á Løgtingi, 11. mars 2021
Beinir Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder