JN

Bátur fekk maskinbrek í Vágahavinum

...

2018-11-15 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um 21 tíðina í gjárskvøldið boðaði ein útróðrarbátur frá at hann hevði fingið maskinbrek í Vágahavinum. ??tróðrarbáturin var úr Havn, og tí var recsue Lív boðsend. 

Lív fór til bátin, og ein tíma eftir at Lív fór av Havnini var Lív hjá útróðrarbátinum. Báturin fekk silgt spakuliga, so Lív fylgdi honum til Havnar, og var á Havnini klokkan 02:45 í nátt.

Veðrið í gjárskvøldið var keðiligt á sjónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder